Netanyahu á veg til USA at hitta Trump

Netanyahu á veg til USA at hitta Trump
Ørindini hjá ísraelska forsetanum eru at biðja amerikanska forsetan um at fara harðligari til verka móti Iran
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, er á veg til Washington.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.02.2026 - 13:11

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, er á veg til Washington at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump. 

Ørindi hansara eru at biðja Trump um at fara harðligari til verka móti Iran.

Ísrael vil, sambært AP-tíðindastovuni, hava Iran at gevast við øllum sínum arbeiði at ríka uran, landið skal minka um sína rakettverjuætlan, og eisini skal landið gevast við at stuðla hernaðarligum bólkum í økinum.

Iran hevur tó ongan áhuga í at lurta eftir ynskjunum úr Ísrael, og nú vil Netanyahu so hava hjálp úr USA.

Samráðingar eru í seinastuni farnar fram millum umboð úr USA og Iran, sum hava fundast í Oman.

Iranski uttanríkisráðharrin hevur lýst hesar samráðingar at vera "eina góða byrjan."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297