- Tíðindi, mentan og ítróttur
Iran lagt fram ætlan um at lata Hormuzsundið uppaftur

Iran hevur latið USA eina ætlan fyri, hvussu Hormuzsundið kann latast upp í eina viku.
Tað boðaði iranski uttanríkisráðharrin frá á tíðindafundi í sambandi við ST-aðalfundinum.
- Vit hava gjøgnum millummenn lagt eina ætlan fyri USA, sum sigur, at um ávísar treytir verða loknar, kann Hormuzsundið latast upp við endan á sjeyndi degi, og samráðingarnar kunnu takast uppaftur, sigur Araghchi.
Hann vildi ikki útgreina treytirnar, men segði, at krøvini eru nøkulunda tey somu, sum londini samdust um í juni.
"Jaligar og mennandi" samráðingar
Ein embætismaður í Hvítu Húsunum sigur, at "jaligar og mennandi" samráðingar eru í gongd við Iran gjøgnum millummenn.
Umboð fyri USA og Iran høvdu týsdagin samráðingar, og hetta eru tær fyrstu í fleiri mánaðir.
Almennir iranskir miðlar siga, at Araghchi hevur kunnað treytirnar hjá Teheran fyri at lata uppaftur Hormuzsundið. Treytirnar eru millum annað at strika havnarstongsulin í Iran.
Harumframt krevur Iran at fáa aftur frystar iranskar pengar, og at kríggið endar á øllum hermótum.






















