Fleiri feilir uttan grannskoðan

Fleiri feilir uttan grannskoðan
Roknskapareftirlitið í 2025 gevur greiðar ábendingar um, at lutfalsliga nógv fleiri feilir eru staðfestir í útvaldum ársfrásagnum, stakroyndum, har grannskoðan er frávald
Frágreiðing er gjørd um roknskaparárið 2024.
 
20.02.2026 - 06:23

Roknskapareftirlitið í 2025 gevur greiðar ábendingar um, at lutfalsliga nógv fleiri feilir eru staðfestir í útvaldum ársfrásagnum, stakroyndum, har grannskoðan er frávald.

Tað sigur Skráseting Føroya.

65 ársfrásagnir frá roknskaparárinum 2024 vóru kannaðar, 30, sum hava grannskoðara, og 35 uttan grannskoðara.

Skrásetingin fann fýra feløg, sum høvdu partaeigaralán. Tey eru ólóglig.

Partaeigaralán er millumrokning millum felagið og leiðslu, eigarar ella onnur nærstandandi.

Seks feløg høvdu ikki samsvar millum ársfrásøgnina og upplýsingar hjá Skrásetingini.

15 feløg, 14 íverksetarafeløg og eitt smápartafelag, vóru biðin um at koma við nýggjari ársfrásøgn, tí tær, sum vóru latnar, luku ikki treytirnar í ársroknskaparlógini. 

Á nýggjárinum 2024 vóru 4.232 feløg í partafelagsskránni.

63 prosent teirra vóru skrásett uttan grannskoðara.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558