- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seks fakfeløg: Pensjónsmálið ger okkum ótrygg

- Føroyski løntakarin skal hava tryggar karmar um pensjónina, bæði tá tað ræður um pensjónsaldurin og pensjónsuppsparingina.
Tað skriva tey seks fakfeløgini, Heilsuhjálparafelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Akademikarafelag Føroya í einari yvirlýsing, sum tey hava sent út fyrrapartin.
Og tí biðja tey Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn halda seg til kontraktina, sum var gjørd við arbeiðsmarknaðin um pensjónina í 2017.
- Kontraktin varð sett í verk í samráð við fakfeløgini, fyri at geva løntakarunum tryggar karmar at innrætta seg eftir. Nú má politiska skipanin gevast við at spæla við pensjónina og pensjónsaldurin, tí tað ger okkum ótrygg og undirgrevur álitið á politiskar langtíðarsemjur, skriva fakfeløgini í yvirlýsingini.
Tey finnast at uppskotinum hjá samgonguflokkunum um pensjónsaldurin, tí við tí fær Løgtingið heimild til at hækka pensjónsaldurin uttan nakað mark.
- Løgtingið hevur longu hækkað pensjónsaldurin við einum hálvum ári fimta hvørt ár - og tað er nokk! Skal Føroya fólk stúra fyri, at politikararnir aftur og aftur fara at hækka pensjónsaldurin í óðum verkum - bara grundað á ivamál um búskaparligt haldføri - og at taka rættin frá teimum til egnar pensjónspengar, spyrja feløgini.
Tey vísa á, at um pensjónsaldurin hækkar, so vera tað enn fleiri, ið verða noydd at gevast í arbeiðslívinum, áðrenn tey náa pensjónsaldur og at fakfeløgini síggja, hvussu nógvir limir missa vinnuførið.
- Heldur enn at hækka pensjónsaldurin, átti samgongan at gjørt íløgur í starvsfólkini, so fleiri halda til eitt langt arbeiðslív og ikki gerast óarbeiðsfør, siga feløgini, sum harta samgonguna við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn fyri at leggja eftir pensjónini hjá løntakarunum.
Tey vísa á, at verður uppskotið um at hækka pensjónsaldurin samtykt, so missir vanligi føroyingurin ikki bara rættin til útgjald frá almennu veitingunum frá Samhaldsfasta og grundupphæddina í eitt áramál. Tey missa eisini rættin til útgjald frá eíni egnu uppspardu pensjón, tí tá pensjónsaldurin hækkar til 68 ár í 2030, má ein bíða í eitt hálvt ár afturat fyri at sleppa fram at síni pensjónsuppsparing.
- Løntakarin rindar sjálvur til egna pensjónsuppsparin, og tí eigur løntakarin rættin at ráða yvir egnum peningi, siga tey seks fakfeløgini.
Roknistykkið hjá fakfeløgunum vísir, at hækkar pensjónsaldurin trý ár, so tekur samgongan rættin til 1.106.748 krónur frá einum miðalløntum løntakara, sum hann annars hevði foingið útgoldið frá eginpensjón, fólkapensjón og Samhaldsfasta. Afturat hesum skal hesin løntakarin arbeiða trý ár afturat og gjalda 456.249 krónur í inntøkuskatti, avgjøldum og pensjónsforskatting.
Mynd 1: Dømi um útgjald frá eginpensjón, fólkapensjón og samhaldsfasta
Talvan vísir útgjald frá egnari pensjónsuppsparing, fólkapensjón (grundupphædd og viðbót), har hædd er tikin fyri møguligari mótrokning, og útgjald frá samhaldsfasta árliga og íalt í trý ár. Í útrokningunum verður sagt, at eginpensjón er øll forskattað, og at av pensjónsuppsparingini verður 45 prosent útgoldið sum lívrenta og 55 prosent sum lutapensjón. Skattur er ikki roknaður av fólkapensjón og Samhaldsfasta, tí roknistykkið skal vísa, hvat borgarin missir av egnari pensjón og hvat landskassin og AMEG spara í útgjaldi við hækkaðum pensjónsaldri, skriva feløgini um mynd 1.
Mynd 2: Dømi um inntøkuskatt, avgjøld og pensjónsforskatting
Talvan vísir, hvat løntakarar við ymiskari mánaðarløn rinda í inntøkuskatti, avgjøldum og pensjónsforskatti árliga og íalt í trý ár. Í útrokningini er brúkt eitt miðal kommunuskattaprosent uppá 19,97 prosent. Avgjøldini fevna um AMEG-gjald, barsilsgjald, ALS-gjald, kringvarpsgjald og heilsutrygdargjald, skriva feløgini.


























