Nógvar broytingar á veg í dagstovnum og dagrøkt

Nógvar broytingar á veg í dagstovnum og dagrøkt
Lógin um dagstovnar og dagrøkt skal dagførast. Hon er frá 2000
Dagstovnur í Vestmanna.
 
23.02.2026 - 06:48

Lógin um dagstovnar og dagrøkt skal dagførast.

Lógin er frá 2000.

Síðani tá er samfelagið broytt nógv, og fakligu krøvini til dagstovnar eru nøkur heilt onnur.

Og í verandi lóg eru nógv ógreið viðurskifti.

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið hevur tí gjørt og lagt fram uppskot um broytingar.

Broytingarnar umfata býtið millum land og kommunur, tilboð og aldursbólkar, námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga ráðgeving.

Har stendur, at land og kommunur eru á einum máli um, at neyðugt er at endurskoða og dagføra dagstovnalógina.


Broytingarnar kosta

Broytingarnar fara at kosta kommununum, tí teimum verður álagt at tryggja atgongd til námsfrøðiliga ráðgeving. 

Tær kunnu hava samstarv um hesa ráðgeving. 

Broytingarnar fara eisini at kosta landinum nakað.

Í fíggjarlógini fyri 2026 eru 300.000 kr. settar av til Nám at røkja yvirskipaða námsfrøðiliga ábyrgd.

Mett verður, at brúk er fyri 700.000 krónum aftrat í 2027.

Og ein millión verður so árliga játtanin til Nám. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659