Tingmaður hjá Framsókn tekur ikki undir við Suðuroyartunnlinum

Tingmaður hjá Framsókn tekur ikki undir við Suðuroyartunnlinum
Karlot Hergeirsson, ið er partur av samgonguni, tekur ikki undir við uppskotinum um at prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnilin - heldur ikki um peónsjósaldurin hækkar
Karlot Hergeirsson, tinglimur fyri Framsók, fer at atkvøða nei til Suðuroyartunnilin, og stillar seg uttan fyri samgonguna í løgtinginum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.02.2026 - 17:46

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og forkvinna í Framsókn, hevur fleiri ferðir sagt, at fyri at ein Suðuroyartunnil yvirhøvur skal koma upp á tal, so má pensjónsaldurin hækka. 

Tíðliga seinnapartin bleiv uppskotið at hækka pensjónsaldurin samtykt við aðru viðgerð. 

Løgtingið fór so undir at viðgera uppskotið hjá løgmanni, Akseli V. Johannesen, um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunnlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.

Men nú atkvøðugreiðslan nærkast, so vil Framsóknar tinglimurin, Karlot Hergeirsson, sum er partur av samgonguni, ikki atkvøða fyri. Tað vilja Liljan Weihe og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi heldur ikki. 

Karlot Hergeirsson, tingmaður hjá Framsókn, heldur ikki, at tað er illoyalt av honum, at hann ikki vil atkvøða fyri uppskotinum hjá løgmanni, tá løgmaður hevur syrgt fyri, at 

"Eg havi sagt á røttum stað, til røttu tíð, hvat eg fór at atkvøða, so tað kann ikki koma sum ein sjokk fyri samgonguna."

1796967

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040