Framvegis lítið arbeiðsloysi

Framvegis lítið arbeiðsloysi
Í januar vóru 345 fólk arbeiðsleys, 47 færri enn í januar í fjør
Arbeiði er framvegis til allar hendur. (Savnsmynd)
 
25.02.2026 - 10:20

Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis lítið.

Tað var eitt prosent í januar, 0,1 prosentstig minni enn í januar í fjør.

Í januar vóru 345 fólk arbeiðsleys, 47 færri enn í januar í fjør.

Fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðsleysir.

214 menn vóru arbeiðsleysir og 131 kvinnur í januar, skrivar Hagstovan. 

Størsta arbeiðsloysið í januar var hjá teimum 25 til 34 ára gomlu.

Í januar vóru 45 fólk langtíðararbeiðsleys. Tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493