33 milliónir til útstykking við Stórutjørn

33 milliónir til útstykking við Stórutjørn
Býráðið hevur eisini játtað átta mió. krónur til fjarhita til útstykkingina
Ætlanin er at bjóða útstykkingina við Stórutjørn út í hesum árinum.
 
02.03.2026 - 11:11

Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta 32,6 mió. krónur til útstykkingina við Stórutjørn.

Býráðið hevur eisini játtað átta mió. krónur til fjarhita við Stórutjørn.

Talan er um eykajáttanir, so tær skulu hava eina viðgerð aftrat í býráðnum.

Býráðið samtykti í oktober í fjør at broyta verkætlanina, so fleiri bústaðir vera við Stórutjørn.

 

Bjóða út í hesum árinum

Ætlanin er at bjóða útstykkingina út seinast í hesum árinum, sigur kommunan.

Nýggja útstykkingin við Stórutjørn skal hava fjarhita.

Fjarhitafelagið hevur boðað frá, at tað megnar ikki fíggjarliga at leggja fjarhitaleiðingar til Stórutjørn.

Tískil er neyðugt, at kommunan í fyrstu atløgu rindar, sigur kommunan. Fjarhitaverkætlanin er mett at kosta átta mió. kr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846