Ivasamt nær tilmælið frá Nýskipanarnevndini kemur

Ivasamt nær tilmælið frá Nýskipanarnevndini kemur
Formaðurin í nevndini, Ben Arabo, hevur gjørt av at stilla upp til løgtingsvalið
Nýskipanarnevndin skal hava nýggjan formann, nú Ben Arabo hevur gjørt av at stilla upp til løgtingsvalið.
 
03.03.2026 - 08:03

Nú er rættiliga ivasamt, nær næsta tilmælið frá Nýskipanarnevndini verður lagt fyri landsstýrið, ella hvussu langt inn í árið vit skulu, áðrenn næsta tilmælið kemur.

Størsta orsøkin til tað, er løgtingsvalið 26. mars. 

Tá val er útskrivað, verða ongar slíkar stórar avgerðir tiknar, og tí kemur einki tilmæli frá Nýskipanarnevndini, fyrr enn nýggj samgonga er skipað og nýtt landsstýri valt.

 

Nýggjur formaður

Men ein onnur orsøk til tað er, at Nýskipanarnevndin skal hava ein nýggjan formann. Tað hendir, eftir at Ben Arabo í gjárkvøldið váttaði, at hann bjóðar seg fram fyri at sleppa á listan hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið.

Henda avgerðin hevur nevniliga við sær, at Ben Arabo ikki kann halda fram sum formaður í Nýskipanarnevndini.Tað váttaði hann fyri Kringvarpinum í gjárkvøldið.

Og júst tað, at formaðurin fer úr nevndini, hevur við sær, at tilmælini, sum nevndin eftir øllum at døma var komin undir land við, nú mugu viðgerast av nýggjum, tá ein nýggjur formaður - og helst eisini ein nýggjur nevndarlimur helst eisini - er valdur. 

 

Hvat sigur nýggja samgongan?

Verður talan um ein persón uttanífrá, sum kemur upp í nevndina, má viðkomandi sleppa at viðgera tilmælini á jøvnum føti við hini í nevndini, áðrenn tey vera handað nýggja landsstýrinum, tá tað einaferð tekur við.

Og so er tað politiski spurningurin, hvat ein nýggj landsstýrissamgonga heldur um Nýskipanarnevndina yvirhøvur.

Higartil er bara eitt tilmæli komið frá Nýskipanarnevndini. Tað var, at landsstýrið skuldi minka úr níggju aðalráðum niður í fimm aftrat løgmanni, og tað var sett í gildi 1. desember. 

Nýskipanarnevndin skuldi eftir ætlan koma við einum tilmæli tíðliga í ár, men tað náddi hon ikki, áðrenn Aksel V. Johannesen, løgmaður, gjørdi av at útskriva val.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363