Mál um rúsevni fer í landsrættin

Mál um rúsevni fer í landsrættin
Ákæruvaldið hevur biðið um harðari dóm upp á tvey og eitt hálvt ár
Ákæruvaldið hevur skotið dóm í Føroya rætti um rúsevni inn fyri landsrættin, sum viðger málið í næstu viku.
 
06.03.2026 - 09:18

Málið um rúsevnið 5F-MDMB-PINACA, stytt 5F-ADB, skal í Landsrættin í næstu viku.

Føroya rættur segði í oktober í fjør fyrsta dómin í danska ríkinum um hetta rúsevnið.

Ein ungur maður fekk tá eitt ár og tíggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri 383 millilitrar av 5F-ADB og 50,8 gramm av kokaini.

Rætturin sigur eisini, at 5F-ADB kann samanberast við sterku rúsevnini kokain og amfetamin.

Ákæruvaldið hevði biðið um harðari dóm upp á tvey og eitt hálvt ár.

Eitt annað mál um 5F-ADB, sum Føroya rættur hevur dømt í, er eisini skotið inn fyri Landsrættin, men tað er ikki á rættarlistanum hesa ferð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065