Tey ungu skulu ávarast um solarium

Tey ungu skulu ávarast um solarium
- Í Føroyum er nógvur húð- og móðurmerkjakrabbi, og her er solarium ein syndari, sigur húðlækni, nú Heilsustýrið ávarar ung um at brúka solarium
 
16.03.2026 - 11:32

Ávaringar um at brúka solarium. 

Tað er tað, sum Heilsustýrið hevur gjørt á sosialum miðlum hesar seinastu dagarnar. Við at skriva um mýtur og fakta vísir Heilsustýrið á, hví tað er vandamikið at leggja seg í eitt solarium.

Og tað er aftur tørvur á at vísa ungum fólkum á vandarnar, ið kunnu standast av at leggja seg í eitt solarium.

- Okkara fatan er, at solarium verður meira og meira brúkt. Nýggjastu tølini um solariumvanar eru frá 2022, og har sá mann, at solarium bleiv nógv brúkt, og nú eru ábendingar um, at serliga tey ungu brúka regluliga solarium, sigur Noomi Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum, og vísir samstundis á, at tað ikki er óvanligt hjá ungum undir 18 ár at brúka solarium, hóast lógin sigur, at tú skalt vera yvir 18 ár.

- Frá gransking vita vit, at solarium er kreftframkallandi, og byrjar tú ungur at ganga í solarium, økir tú um vandan fyri eitt nú móðurmerkjakrabba, sigur Noomi Gregersen.

Rókur Akralíð er húðlækni, og seinastu tvey árini hevur hann starvast á húðambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum.

- Eg bleiv eitt sindur ovfarin, tá eg flutti heim til Føroya, tí her er nógvur húð og móðurmerkjakraabi í mun til veðurlagið, og har er solarium ein syndari, sigur Rókur Akralíð, sum eins og stjórin í Heilsustýrinum als ikki sær nakað gagnligt ella heilsufremjandi við solarium

- Solarium er vandamikið, tí skaðar henda í kyknunum, tá mann verður útsettur fyri uv-stráling, og tá tú verður brúnur, er tað ein verjumekanisma hjá kroppinum. Jú fleiri skaðar á húðina gjøgnum lívið, jú størri er vandin at fáa húð- og móðurmerkjakrabba, sigur Rókur Akralíð.

Í morgunsendingini forklára Rókur Akralíð og Noomi Gregersen um vandarnar, ið kunnu standast av solarium.

1801077

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672