Arbeiða við nýggjari Norrønu - fyri minst hálva aðru milliard

Arbeiða við nýggjari Norrønu - fyri minst hálva aðru milliard
- Ætlar mann at endurnýggja skipið um fimm ella seks ár, so má fyrireikingararbeiðið byrja nú, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line
Reiðaríið er farið at hugsa um møguleikan at skifta flaggskipið í flotanum út
 
21.03.2026 - 18:52

Stendur tað til eigararnar í Smyril Line, so verður verandi Norrøna, sum varð skrásett fyri fyrstu ferð 7. apríl í 2003, skift út við eina størri og betri útgávu um fimm ella seks ár.

Tað váttar Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, tá vit ringja til hansara.

Mugu endurnýggja
Ikki tí, tað stendur í tíðindaskrivinum, sum felagið sendi út í samband við, at roknskapurin varð almannakunngjørdur í gjár, fríggjadagin. Miðskeiðis í tíðindaskrivinum stendur, at "Fyrireikandi arbeiðið er farið í gongd, millum annað konsept- og designkanningar í samband við eitt møguligt nýtt ferðafólka- og farmaskip. Arbeiðið er enn á byrjanarstigi.", men tað kann tó kortini ikki misskiljast, at samtakið arbeiðir við at skifta verandi flaggskip í flotanum út við eitt nýtt - sum bæði er størri og betri.

Smyril Line fær í ár tvey nýggj farmaskip, sum skulu setast í sigling alt fyri eitt, og skal flotin endurnýggjast, so er Norrøna næsta stigið, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Tað er eitt drúgt arbeiði at skifta eitt so stórt skip sum Norrønu, tí fyrst skal hugskotið fáast niður á blað og ítøkiliggerast áðrenn tað kann teknast. Eftir tað skal tað eisini projekterast, prísurin skal roknast og møgulig fígging finnnast, áðrenn endalig avgerð kann takast, um tað verður egg ella ungi, greiðir stjórin í Smyril Line frá.

Hann vil ikki fyrihalda seg til, um skipið verður bygt, tí tann avgerðin er ikki búgvin at taka enn. Men mann hevur nú sett gongd á fyrireikingararbeiðið, sum skal gerast undir øllum umstøðum. Og so fær mann at síggja.

Kann sigla leingi enn
Sambært Jens Meinhard Rasmussen er allatíðina neyðugt hjá einum reiðaríi sum Smyril Line at fyrihalda seg til flotan.

Eftirspurningurin eftir ferðum við Norrønu er vaksin nógv seinastu árini, og tað hevði millum annað við sær, at reiðaríið valdi at gera nakrar broytingar - og dagføringar - umborð, og tað hjálpti í eitt tíðarskeið.

Men fyrr ella seinni kemur tú til eina støðu, at tú mást hyggja eftir alternativum møguleikum, vísur stjórin í Smyril Line á.

- Tað er eingin ivi um, at Norrøna, sum í dag er 23 ára gomul, saktans kann sigla í 20 ár afturat ella so, men hjá okkum er greitt, at vit mugu vita, hvar vit eru og hvussu vit fyrihalda okkum til ta framtíð, sum vit ganga ímóti. Og av tí, at prosessin er so drúgv, so mugu vit byrja arbeiðið longu nú, um vit ætla okkum eitt skip um fimm ella seks ár, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Størri og betri
Og tað er greitt, at kemur ein nýggj Norrøna, so verður talan um eitt skip, sum bæði er størri og betri enn verandi skip.

Tað verður bygt upp uppá sama máta, soleiðis at skilja, at talan er um eitt hotell oman á einum farmaskipi, tí sambært stjóranum er tað tann rætta samansetingin, hvat inntøkum viðvíkur.

- Vit hava sjálvandi nakrar tankar um, hvussu vit halda, at skipið skal síggja út, ella hvat tað skal innihalda. Men nú skal tað alt setast saman og so verður farið víðari við verkætlanini, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Spurdur, hvat tað kann koma at kosta, sigur hann, at tað ber ikki til at siga í verandi løtu.

Tað er nokk ikki rætt at siga eitt tal, men eg kann vísa á, at skip, av hesum slagnum, sum verða bygd í dag, tey kosta onkustaðni millum hálvaaðru og tvær milliardir krónur at byggja. 

- Tað er sjálvandi at risastór íløga, og tí skal slíkt fyrireikast væl, áðrenn vit taka støðu til tað. Og tað er tað arbeiðið, sum er byrjað nú, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í pf. Smyril Line.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alla samrøðuna, sum varð gjørd við Jens Meinhard Rasmussen klokkan 18 í kvøld.

1802418

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949