Hondbóltsmenninir: Tríggjar ferðir eystureftir

Hondbóltsmenninir: Tríggjar ferðir eystureftir
Føroysku hondbóltsmenninir skulu spæla ímóti Ungarn, Montenegro og Kosovo í royndini at vinna sær pláss í EM-endaspælinum í 2028
Óli Mittún og hinir á hondbóltslandsliðnum hølvaðu Montenegro av í EM-endaspælinum. Nú hittast londini aftur í undankapping
Mynd: Kolektiff  
 
27.03.2026 - 02:41

Føroysku hondbóltsmenninir skulu tríggjar ferðir eystureftir í royndini at spæla seg til EM-endaspælið í 2028.

Føroyar endaðu nevniliga í bólki 4 saman við Ungarn, Montenegro og Kosovo til lutakastið, sum var í Lissabon hósdagin.

Mótstøðulondini vitja sjálvandi eisini Føroyar við Tjarnir í teimum seks dystunum, sum skulu spælast í undankappingini.

 

Langt frá ynskjunum

Hetta var ikki júst tær tjóðirnar, sum hjálparvenjarin hjá føroyska landsliðnum, Hjalti Mohr Jacobsen, ynskti sær.

Tá talan var um bestu møguleikarnar at spæla seg víðari, nevndi hann Slovenia, Litava og Estland, og legði afturat, at um undirhald og ferðing skuldu raðfestast hægst, kundu Frakland, Belgia og Finnland verið áhugaverd.

Landsliðsspælarin Allan Norðberg, sum røkir antin høgra vong ella bakk, nevndi eisini Belgia úr styrkisbólki 3, sum Føroyar vann á í báðum venjingardystunum undan EM-endaspælinum í Berlin í 2024.

Afturat teimum hevði hann hug at royna seg ímóti Íslandi í ovasta styrkisbólki - eitt krútsterkt mótstøðulið, men strandingurin hevur spælt í íslendsku deildini í nógv ár - og Luksemborg, sum eitt sindur óvæntað vann á Føroyum í undankapping her heima fyri nøkrum árum síðan.

 - Har hava vit okkurt at hevna, segði Allan Norðberg.

 


Montonegrinar kundu bara hyggja at, tá flúgvandi føroyingarnir smurdu teir av í EM-bólkaspælinum í Olso í januar. Teir vilja helst vaska lemjandi ósigurin av sær í komandi undankappingini (Mynd: Filip Viranovski / kolektiff)

 

Hava vunnið á balkandreingjunum

Um bólkurin ikki júst gjørdist soleiðis, sum teir báðir høvdu vónað, kunnu føroysku spælararnir kortini ugga seg við, at teir hava frálík hagtøl ímóti báðum mótstøðuliðunum av Balkan.

Í farnu EM-undankappingini vunnu Føroyar greitt á Kosovo (styrkisbólkur 4) á heimavølli, meðan sigurin á útivølli staðfesti plássið í EM-endaspælinum í januar.

Har vístu føroyingarnir seg fram ímóti Montenegro (styrkisbólkur 3) við stórsigri, og tí munnu vónirnar til dystirnar hesa ferð vera góðar. Kanska serliga til dystin við Tjarnir, har Føroyar eru sterkar, meðan montonegrinar kanska vilja vaska lemjandi EM-ósigurin av sær.

Føroyar og Ungarn, sum kom úr ovasta styrkisbólki, hava ikki spælt í nýggjari tíð. Tað verður uttan iva trupult í Budapest, men við Tjarnir er kanska ikki ógjørligt at fáa eitt líkinda úrslit burturúr.

 

Møguligt bólkaspæl í Lissabon

1. og 2. umfar av EM-undankappingini verða spæld í november, 3. og 4. umfar eru á skránni í mars, og í mai verður gjørt av, hvør spælir seg víðari til sjálvt endaspælið.

Eydnast tað Føroyar av verða millum tvey tey bestu ella millum fýra teir bestu trý'ararnar skal landsliðið spæla EM-bólkaspæl í Lissabon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118