Keypsportalurin sparir almennum stovnum milliónir

Keypsportalurin sparir almennum stovnum milliónir
Talið á almennum útboðum vaks 61 prosent í fjør
Royndirnar í 2025 staðfesta, at útboð er eitt sterkt amboð hjá landinum at effektivisera almenna raksturin og stimbra kapping, sigur Gjaldstovan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.03.2026 - 14:21

Mett verður, at rammusáttmálarnir hjá landinum, sum eru gjørdir gjøgnum Keyp Landsins, merkja eina árliga sparing fyri landsins stovnar á umleið 6,5 milliónir krónur.

Tað verður sagt í ársfrágreiðingini hjá Gjaldstovuni.

Har stendur eisini, at talið á almennum útboðum vaks 61 prosent í 2025.

Standardiseringin av vørukeypinum hjá tí almenna merkir eina sparing upp á fleiri milliónir hjá almennu stovnunum, virkna kapping á marknaðinum, har allar fyritøkur fáa javnbjóðis møguleika, og at gjøgnumskygni verður tryggjað fyri øll almenn keyp.

Ongantíð áður eru so nógv útboð stovnað, metnógvir rammusáttmálar gjørdir, og alsamt fleiri stovnar bjóðaðu uppgávur út.

Royndirnar í 2025 staðfesta, at útboð er eitt sterkt amboð hjá landinum at effektivisera almenna raksturin og stimbra kapping, skrivar Gjaldstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
KAKUMiKS 2 (1:7) - teknmálstulkað
206440