Øll valdu í Elduvík

Øll valdu í Elduvík
Valstýrið í Elduvík bíðaði bara eftir klokkuni, so uppteljingin kundi byrja. Sambandsflokkurin misti helvtina av undirtøkuni
Valstýrið í Elduvík brúkti ikki drúgva tíð at telja atkvøðurnar
Mynd: Sveinur Tróndarson  
 
26.03.2026 - 20:44

Valluttøkan í Elduvík var 100 prosent til hetta løgtingsvalið.

Øll tey 11, sum í dag høvdu valrætt, vóru á vali, tann seinasti um nátturatíð, og tí var ikki neyðugt at fara út at rópa um nakar annar ætlaði at velja.

So klokkan var akkurát farin av átta, tá valkassin var latin upp og uppteljingin byrjaði.

Og tað gekk, sum vera mann skjótt. Klokkan var 20 minuttir yvir átta, tá uppteljingin var liðug og alt var dupultkekkað.

So var bara at ringja til Havnar at boða frá, og klokkan var um trý korter til níggju, tá allar 11 atkvøðurnar vóru upp og valstýrið kundi stempla út fyri dagin og fara heim.

Atkvøðurnar í Elduvík býttu seg soleiðis:

Fólkaflokkurin 4

Listin 1

Bárður á Lakjuni 2

Jóhanna Andreasen 1

 

Sambandsflokkurin 3

Helgi Abrahamsen 1

Jens Jákup Hansen 1

Sunnvá Dahl Høgfeldt 1

 

Javnaðarflokkurin 3

Aksel V. Johannesen 2

Helena F. Jørmundsson 1

 

Miðflokkurinn 1

Steffan Klein Poulsen 1

 

Sjálvstýri, Tjóðveldi og Framsókn máttu taka til takkar við ongari atkvøðu í dag.

Hjá Sambandsflokkinum var dagurin í Elduvík vánaligur. Hann misti tríggjar atkvøður, sum svarar til helmingin av tí hann fekk seinast. Fólkaflokkurin vann eina og fekk fýra og Javnaðarflokkurin fekk eisini eina fleiri og fekk tríggjar. Tjóðveldi misti ta einu atkvøðuna hann hevði í Elduvík.

Valluttøkan hesaferð var sum sagt 100 prosent samanborið við 92 prosent til seinasta løgtingsval. Men tá høvdu 14 valrætt og 13 valdu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776