Talv: Hans Kristian bjóðar av

Talv: Hans Kristian bjóðar av
Høgni Egilstoft Nielsen og Hans Kristian Simonsen eru einsamallir á odda við fullum stigatali eftir tvey umfør í FM-einstaklingakappingini í talvi vesturi á Giljanesi
Hans Kristian Simonsen hevur fult stigatal í FM-kappingini í einstaklingatelving
Mynd: jn.fo  
 
30.03.2026 - 11:56

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag eru fremstir við fullum stigatali eftir tvey umfør í FM-einstaklingakappingini í talvi.

Favoritturin Høgni Egilstoft Nielsen vann aftur í gjár. Í drúgvum leiki vant hann spakuliga úr Martini Poulsen, ið annars stóð væl við hvíta fólkinum, skrivar Talvsamband Føroya.

Fyrrverandi føroyameistarin frá 2002, Hans Kristian Simonsen, hevur somuleiðis fingið eina flúgvandi byrjan. Í gjár syfti hann Eliasi Petersen í stórum stíli. Kongaálop, rókaoffur, síðani varð kongurin rikin um alt borðið til hann at endanum varð settur skák og mát. Slíkt sæst sjáldan nú á døgum.

Jón í Horni Nielsen hevur hálvtannað stig á triðja plássi. Tað var um reppið, at hann aftur vann í gjár, men tað eydnaðist Peturi Gardar Magnussen at bjarga sær remis við ævigum skáki.

Í fjórða talvinum vann Luitjen Akselsson Apol trygt á Flóvini Matras Tummarson.

 

Støðan í Landsliðsbólkinum eftir tvey umfør:

1-2. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2 stig
1-2. Hans Kristian Simonsen (KT) 2
3. Jón í Horni Nielsen (ST) 1½
4-5. Elias Petersen (HT) 1
4-5. Luitjen Akselsson Apol (HT) 1
6. Petur G. Magnussen (HT)1
7-8. Martin Poulsen (HT) 0
7-8. Flóvin M. Tummasarson (HT) 0

 

3. umfar, 30. mars

Høgni Egilstoft Nielsen - Elias Petersen
Hans Kristian Simonsen - Jón í Horni Nielsen
Luitjen Akselsson Apol - Martin Poulsen
Petur G. Magnussen - Flóvin M. Tummasarson

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423