Føroya rættur fer at senda stevningar talgilt

Føroya rættur fer at senda stevningar talgilt
Landsstýrið hevur skotið upp at broyta lógina um Mínboks, nú rætturin er í holt við at tillaga virksemið til talgild viðurskifti
 
24.04.2026 - 14:48

Føroya rættur ætlar nú at senda stevningar, innkallingar og dómar talgilt gjøgnum Mínboks.

Hetta er tað, sum verður rópt "digital forkyndelse" ella "talgild kunnuggering."

Føroya rættur er í holt við tillaga virksemið til talgild viðurskifti, og landsstýrið hevur tí skotið upp at broyta lógina um Mínboks.

Borgarar, sum ikki hava Mínboks, ella hava givið fulltrú til Mínboks, fara framhaldandi at fáa fáa slíka kunning eitt nú við vanligum posti.

Kunnuggering fevnir um týdningarmikil boð, ið persónur, sum er partur av rættarmáli, verður gjørdur kunnigur við frá rættinum, t.d. stevning, innkalling, dómur ella onnur rættarlig boð.

Les uppskotið her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040