Iran latið USA nýtt uppskot um friðaravtalu

Iran latið USA nýtt uppskot um friðaravtalu
Amerikanska tíðindaheimasíðan Axios skrivar, at Iran hevur skotið upp at útseta kjarnorkusamráðingarnar
Iran hevur latið USA uppskot um at lata Hormuzsundið uppaftur og enda kríggið.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.04.2026 - 08:15

Iran hevur latið USA nýtt uppskot um avtalu at lata Hormuzsundið uppaftur og enda kríggið.

Tað skrivar amerikanska tíðindaheimasíðan Axios.

Pakistanskir semingsmennn hava handað USA iranska uppskotið, og skotið verður m.a. upp, at kjarnorkusamráðingarnar verða útsettar, skrivar amerikanska heimasíðan.

Axios endurgevur upplýsingar frá ónevndum amerikonskum embætismanni og tveimum øðrum keldum, sum vita um málið.

 

Lítil framgongd

Lítil framgongd hevur verið í samráðingunum millum londini, og ongar aðrar beinleiðis samráðingar hava verið millum USA og Iran, síðani vápnahvíldin byrjaði fyri meira enn tveimum vikum síðani. 

Amerikanska sendinevndin, sum leygardagin skuldi til Islamabad, avlýsti ferðina, eftir at iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, fór úr Pakistan.

Araghchi er á nú veg til Russlands, upplýsir iranska uttanríkisráðið.

Sambært iranska sendiharranum í Moskva, Kazem Jalali, skal Araghchi eftir ætlan hitta russiska forsetan, Vladimir Putin í dag.

Abbas Araghchi skal eisini tosa við russisk embætisfólk um støðuna í samráðingunum, vápnahvíldina og onnur viðurskifti í sambandi við hetta.

 

USA heldur fram við stongslinum

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í samrøðu við Fox News í gjár, at hann ætlar at halda fram við stongslinum av Hormuzsundinum í vón um, at tað næstu vikurnar fer at fáa Iran at slaka.

- Og tey kunnu ringja, nær tað skal vera. Vit eru til reiðar, vilja og eru før fyri tí, men vit fara ikki at spilla nógva tíð, segði Trump við Fox News í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815