Trump hóttir við fleiri álopum - oljuprísurin hækkar

Trump hóttir við fleiri álopum - oljuprísurin hækkar
Oljuprísurin á altjóða marknaðinum var í morgun 86 dollarar fyri tunnuna
Donald Trump, forseti, hevur hótt við at bumba Iran í fleiri dagar.
Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix  
 
15.07.2026 - 08:29

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hótti í nátt enn einaferð Iran við at bumba landið í fleiri dagar, kemur Iran ikki til eina semju við USA.

- Vit fara at raka tey hart í kvøld, í annaðkvøld og kvøldið eftir. Í næstu viku bumba vit orkuverk og brýr - vit fara at bumba alt, um tey ikki koma til samráðingarborðið, segði Trump í Fox News í nátt. 

Altjóða oljuprísurin var slakar 86 dollarar fyri tunnuna í morgun. Áðrenn kríggið millum USA og Iran brast á, lá prísurin á ráolju - tað sum verður nevnt Brent Crude - millum 60 og 70 dollarar fyri tunnuna.

 

100 dollarar

Síðani hevur prísurin sveiggjað nógv, men hevur ligið um 100 dollarar fyri tunnuna.

Prísurin er lækkaður nógv seinasta mánaðin, tí útlit vóru til okkurt slag av friðaravtalu ella vápnahvíld, og útlit vóru eisini fyri at Hormuz-sundið fór at lata uppaftur fyri skipaferðslu. Oljuprísurin kom heilt niður á 70 dollarar fyri tunnuna.

Nú er aftur kríggj. Trump hóttir og USA setur stongsil í verk. Tað sæst aftur í oljuprísinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086