Ríkfólk í Bretlandi flýggja av landinum undan nýggjum fíggjarmálaráðharra

Ríkfólk í Bretlandi flýggja av landinum undan nýggjum fíggjarmálaráðharra
Ed Miliband verður væntandi fíggjarmálaráðharri í nýggju stjórnini hjá Andy Burnham, og tey ríku siga, at hann ætlar at fara undir eina skattajagstran
Ed Miliband verður væntandi fíggjarmálaráðharri í nýggju stjórnini hjá Andy Burnham.
Mynd: Daily Express  
 
15.07.2026 - 08:04

Tey ríkastu í Bretlandi fyrireika seg at rýma úr landinum, um Ed Miliband verður fíggjarmálaráðharri í nýggju Labour-stjórnini hjá Andy Burnham, sum væntandi verður formaður í Labour og forsætisráðharri eftir Keir Starmer.

Tey stúra fyri, at Miliband fer undir eina skattajagstran, skrivar The Telegraph.

Tey ríkastu hava eftir øllum at døma sett seg í samband við altjóða skattaráðgevar um at finna ein máta at sleppa undan skatti á inntøkur frá sølu av partabrøvum, gimsteinum ella fastogn.

Andy Burnham hevur lovað, at hann fer ikki at hækka meirvirðisgjaldið, inntøkuskattin ella heilsutrygdina, men væntað verður, at nýggi stjórnarleiðarin fer at gera eina røð av broytingum í skattaskipanunum. 

 

Vinnulívsleiðarar ávara

Tey flestu vænta, at Ed Miliband verður fíggjarmálaráðharri eftir Rachel Reeves, hóast nógvir vinnulívsleiðarar ávara ímóti tí.

Ein altjóða ráðgevi fyri ríkfólk sigur við The Telegraph, at kundarnir eru farnir at flyta ognirnar úr Bretlandi, tí stúrt verður fyri skatti á kapitalinntøkur, og ein serligan ríkmannaskatt.

 - Hesi fólkini óttaðust Labour við seinasta val, og rýmingarætlanirnar eru enn til reiðar. Nú koma enn fleiri fólk til mín, sum  fyrireika seg at rýma, sigur ráðgevin, David Lesperance.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086