Trump: Valskipanin viðkvom fyri álopum og uppílegging

Trump: Valskipanin viðkvom fyri álopum og uppílegging
Forsetin segði í røðu til tjóðina í nátt, at Kina hevur útvegað sær atgongd til amerikanskar valdátur Tað segði a
Donald Trump, forseti, helt røðu fyri amerikansku tjóðini í nátt.
Mynd: Saul Loeb/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.07.2026 - 08:14

- Amerikanska valskipanin er 'skelkandi viðkvom' fyri álopum frá teldusníkum og útlendskari uppílegging.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í røðu til amerikonsku tjóðina í nátt okkara tíð, nú fýra mánaðir eru til miðvalið verður í november.

Trump skuldsetti Kina fyri av órøttum at hava útvegað sær atgongd til amerikanskar valdátur.

- Í fleiri ár - tað byrjaði longu undir valstríðnum í 2022 - gjørdi Kina tað, sum hildið verður er størsta brotið á valdátur í søguni, segði Trump.

Sambært forsetanum, hevði hetta við sær, at Kina ólógliga útvegaði sær atgongd til 220 milliónir veljaraskráir.

 

Veljarar við ongum ríkisborgararætti

Trump segði, at Kina royndi at ávirka amerikanska valið til skaða fyri republikanarar, og at Kina fekk atgongd til ómetaliga nógvar upplýsingar um amerikanskar veljarar.

Trump segði, at elektroniskar atkvøðuskipanir kunnu manipulerast talgilt. Hann vísti millum annað til fregnartænastuupplýsingar um Venesuela.

Trump segði, at umleið 278.000 fólk við ongum amerikonskum ríkisborgararætti eru skrásett sum veljarar í stríð við lógina.

Fregnartænastumetingar og óheftar kanningar hava tó mótprógvað hesi uppáhald, skrivar Reuters.

Men óheftar kanningar hava víst, sambært Reuters, at atkvøður frá ikki-ríkisborgarum eru sjáldsama fáar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688