Aftur til stovnsleiðarar eftir 11 árum við eindarleiðarum

Aftur til stovnsleiðarar eftir 11 árum við eindarleiðarum
Broytingin í fólkasamansetingini krevur broytingar í bygnaðinum í heilsu- og umsorganartænastuni, sigur Tórshavnar kommuna, ið fer nú aftur at hava stovnsleiðarar
Savnsmynd
 
05.05.2026 - 14:39

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu fer nú aftur at hava stovnsleiðarar eftir at hava havt eindarleiðarar í 11 ár.

Fyrst og fremst broytingin í fólkasamansetingini krevur broytingar í bygnaðinum í heilsu- og umsorganartænastuni, sigur kommunan.

Síðan 2015, tá eldraøkið var flutt frá landinum til kommunurnar at reka og umsita, eru tey, sum eru 80 ár ella eldri, vorðin lutfalsliga nógv fleiri í Tórshavnar kommunu.

Og alt bendir á, at hetta talið fer at hækka uppaftur meira komandi árini.

Tey, sum vóru 80 ella eldri, vóru 760 í 2015.

Í fjør vóru tey 1059. 

Framrokningar siga, at tey vera 1618 í 2035.

 

Seinasta bygnaðarbroyting í 2014

Verandi bygnaður í heilsu- og umsorganartænastuni er frá 2014. 

Tá var farið frá at hava røktarheimsleiðarar á hvørjum stovni, men eindarleiðarar vórðu settir fyri okkurt um tríggjar stovnar hvør.

Kommunan sigur, at skipanin við eindarleiðarum hevur riggað væl í sambandi við til dømis fíggjarligt skynsemi og at skipa eins tilboð og tænastur til fólk. 

 

Arbeiðsbyrðan nógv vaksin

Men arbeiðsbyrðan hjá eindarleiðarunum er vaksin nógv seinastu árini.

Starvsfólk hava gjørt vart við, at eindarleiðslan viðhvørt hevur verið ov langt burturi frá gerandisdegnum á deildunum.

Tað kom fram í nøgdsemis- og trivnaðarkanning í 2022.

244 búpláss til gomul fólk eru í Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655