Biður um nýggja lóg um útboð

Biður um nýggja lóg um útboð
Kappingarráðið hevur biðið landsstýrismannin í fíggjarmálum gera betri útboðsreglur um alment innkeyp og uppgávur
Útboð hjá landinum koma á Keypsportalin.
 
06.05.2026 - 06:50

Kappingarráðið hevur biðið landsstýrismannin í fíggjarmálum gera betri útboðsreglur um alment innkeyp og uppgávur.

Áheitanin byggir á spurnarkanning, har føroyskar fyritøkur vóru spurdar um teirra royndir í sambandi við, at tað almenna, serliga kommununar, keypir vørur og tænastur og bjóðar út veitingar og verkætlanir.

Kappingarráðið mælir til at gera nýggja útboðslóg, sum byggir á nakrar grundhugsjónir.

Tær eru gjøgnumskygni, almennur og greiður metingarleistur, krav um grundgeving og kærumøguleiki.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101