- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirspurningurin eftir fígging fer at minka
Eftirspurningurin eftir fígging fer at minka
Peningastovnarnir vænta ikki, at fíggjarstøðan fer at versna í fjórða ársfjórðingi, hóast rentan hækkar

Rentuhækkingin ger, at peningastovnarnir vænta, at eftirspurningurin eftir fígging verður minni, enn hann hevur verið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
20.10.2026 - 09:43
Hækkaða rentan ger, at húsahaldini fara ikki at hava so stóran áhuga fyri fígging í ársfjórðinginum, sum nú er byrjaður.
Tað hevur Landsbankin fingið at vita frá peningastovnunum.
Í triðja ársfjórðingi søgdu teir, at fíggjarstøðan var óbroytt hjá húsarhaldunum.
Peningastovnarnir vænta ikki, at fíggjarstøðan fer at versna í fjórða ársfjórðingi, hóast rentan hækkar.
Teir siga, at eitt sindur størri eftirspurningur var frá húsarhaldunum eftir fígging í triðja ársfjórðingi.
Men teir vænta, at eftirspurningurin fer at minka nú í fjórða ársfjórðingi, tí rentan er hækkað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























