Orkukreppan fer at halda fram inn í 2027, hóast Hormuzsundið letur upp nú

Orkukreppan fer at halda fram inn í 2027, hóast Hormuzsundið letur upp nú
Frá tí at Hormuz-sundið letur uppaftur, fer tað at taka í minsta lagi sjey mánaðir at fáa framleiðsluna í rættlag aftur, sigur S&P Global Energy í einari frágreiðing
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.05.2026 - 10:29

Sama um Hormuz-sundið letur uppaftur, fer orkukreppan at halda fram inn í 2027.

Tað skrivar CNN.

Frá tí at Hormuz-sundið letur uppaftur, fer tað at taka í minsta lagi sjey mánaðir at fáa framleiðsluna í rættlag aftur, sigur S&P Global Energy í einari frágreiðing, sum kom út í gjár.

Hesin tíðarkarmurin hevur sum fortreyt, at eingir varandi skaðar eru í undirstøðukervinum, og at leiðingarnar virka sum tær skulu.

Hinvegin kunnu oljuveitingarnar vera uppaftur meira seinkaðar, um størri skaðar eru í havnum, rørleiðingum og øðrum í Miðeystri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815