Nógv minni landað uttanlands

Nógv minni landað uttanlands
Hóast fleiri virki í Føroyum enn undanfarin ár hava keypt svartkjaft í vár, vóru 18.372 tons landað uttanlands
Nógvur svartkjaftur hevur verið at fingið í føroyskum sjógvi í ár.
 
21.05.2026 - 06:32

Hóast fleiri virki í Føroyum enn undanfarin ár hava keypt svartkjaft í vár, vóru 18.372 tons landað uttanlands, 11.700 tons í Noregi og góð 6.672 tons í Danmark.

Skipini vóru fimm, Borgarin, Christian í Grótinum, Gøtunes, Høgaberg og Jupiter.

Christian í Grótinum landaði tvær ferðir, eina ferð í Noregi og eina ferð í Danmark.

Í fjør landaðu 15 skip svartkjaft uttanlands.

Tey landaðu 100.000 tons í fýra londum, Danmark, Írlandi, Íslandi og Noregi.

Landingarnar tá vóru 42. Í ár vóru tær seks.

Undantaksloyvið í fjør at landa svartkjaft uttanlands fór úr gildi 16. juni.

Í ár var undaksloyvið bara galdandi til 15. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328