Týskur miðil sendir Óla Mittún til Magdeburg

Týskur miðil sendir Óla Mittún til Magdeburg
Óli Mittún kann vera á veg til týska stórfelagið Magdeburg. Tað skrivar týski ítróttamiðilin, Sport Bild
Óli Mittún fegnast um eitt føroyskt mál í røkkstøkk-dystinum ímóti Bosnia Hersegovina
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
21.05.2026 - 14:38

Magdeburg er áhugað í at keypa føroyska stjørnuskotið Óla Mittún frá GOG.

Tað skrivar týski ítróttamiðilin Sport Bild.

Sambært miðlinum hevur stóra týska hondbóltsfelagið hugt at landsliðsstjørnuni í longri tíð og vil hava 20 ára gamla føroyingin til Týsklands í 2027. 

Venjarin hjá Magdeburg, Bennet Wiegert, dylir ikki fyri, at honum dámar føroyska bakspælaran. 

 - Hann er ein spælari, sum hevði riggað til øll liðini í Bundesliguni. Hansara yrkisleið kann uttan iva leiða hann til Týsklands fyrr ella seinni. Um tað verður Magdeburg, má tíðin vísa, sigur Magdeburg-venjarin sambært Sport Bild.

Magdeburg hevur vunnið týska meistaraheitið tríggjar ferðir og við javnleiki ella sigri á Flensburg-Handewitt í kvøld, kann felagið endurvinna meistaraheitið, sum Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vunnu í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558