70 veðurfrøðingar hava ráðstevnu í Føroyum

70 veðurfrøðingar hava ráðstevnu í Føroyum
Veðurstova Føroya er vertur fyri ráðstevnuni, sum verður sett í morgun
Veðurstovan er vertur fyri ráðstevnuni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.05.2026 - 08:15

Yvir 70 veðurfrøðingar úr øllum Norðanlondunum, Týsklandi og Bretlandi hittast í Havn.

Teir hava ráðstevnu í dag, í morgin og fríggjadagin.

Veðurstova Føroya er vertur fyri ráðstevnuni, sum eitur Nordic Meterological Meeting.

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, setur ráðstevnuna í morgun.

 

Stimbra samstarvið

Endamálið við ráðstevnuni er at stimbra samstarvið millum veðurfrøðingar, sum hava áhuga í veðrinum í norðurlendska og arktiska økinum.

Ikki bara veðurstovur eru við, men lærdir háskúlar, svenski herurin og feløg, sum arbeiða við grønari orku og ráðgeving í sambandi við veðrið.

Ráðstevnurøðin byrjaði í 1960, og hevur síðani verið annað hvørt ár.

Hetta er fyrstu ferð, hon er í Føroyum.

Men fólk á føroysku veðurstovuni vóru við í Keypmannahavn í 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650