Báðir partar vraka semingsuppskot

Báðir partar vraka semingsuppskot
-Verkfall er ein møguleiki, sum vit nú fara at umrøða nærri. Tað sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, eftir at semingsuppskotið er vrakað
Per Martin Gregersen, formaður í KAF, og Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, vrakaðu bæði semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fyri tey í kvøld. Savnsmynd.
 
27.05.2026 - 22:51

Semingsroyndin millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) endaði úrslitaleys í kvøld.

Stutt fyri klokkan seks í kvøld legði Semingsstovnurin eitt semingsuppskot fyri partarnar, men í kvøld er greitt, at báðir partar vraka uppskotið.

-Semingsuppskotið helt fast í karmin, sum 12 fakfeløg hava lagt, burtursæð frá onkrari smærri umflokking, sum stórt sæð einki virði hevur. Tað kunnu vit als ikki góðtaka, sigur Mary Antonsdóttir.

Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum er sera ónøgd við semjuna, sum onnur fakfeløg hava gjørt við Fíggjarmálaráðið, og hennara felag ikki er partur av.

-Tann semjan hevur gjørt, at vit ikki hava havt fríar samráðingar. Tvørturímóti hevur semjan spent bein fyri okkara samráðingum, sigur Mary Antonsdóttir.

Eisini Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur vrakað semingsuppskotið.

-Stutta viðmerkingin frá KAF í kvøld er, at semingsuppskotið var ov dýrt, sigur Per Martin Gregersen í sms boðum.

 

Verkfall hóttir

Enn hevur Heilsuhjálparafelagið ikki tikið støðu til, hvat næsta stigið verður.

-Verkfall er ein møguleiki, sum vit fara at viðgera næstu dagarnar, sigur Mary Antonsdóttir.

Viðtøkurnar hjá felagnum áseta, at ein limafundur má góðkenna avgerðina fyrst, áðrenn felagið fer í verkfall. Eisini skal verkfall fráboðast við ávísari freist. Í praksis merkir tað, at felagið ikki kann fara í verkfall fyrr enn um fýra samdøgur.

-Fyrst fara vit at sova uppá tað, og so viðgera vit støðuna nærri, sigur Mary Antonsdóttir.

Heilsuhjálparafelagið hevur umleið 800 limir, sum stórt sæð allir arbeiða á eldraøkinum. Tey umboða umleið 58 prosent av starvsfólkunum á eldraøkinum.

-Vit eru ikki bundin av at lata nøkur undantøk í samband við verkfall. Eg eri tó greið yvir, at eitt verkfall fær stórar avleiðingar fyri eldraøkið, sigur Mary Antonsdóttir.

Limirnir í Heilsuhjálparafelagnum hava ikki fingið onnur boð, og tí halda tey fyribils fram við at arbeiða sum vanligt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985