
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Mattias H. Lamhauge hevur givið avboð til manslandsliðsdystirnar í Baltic Cup. Orsøkin er ein skaði í økslini. Í staðin hevur Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, sent boð eftir Ara í Haraldstovu Petersen, skrivar Fótbóltssambandið.
Mattias H. Lamhauge hevur verið fyrstaval í málinum hjá Føroyum seinastu tíðina. Hann spælir til dagliga við norska Strømsgodset IF í næstbestu deildini í Norra, men er skaddur í økslini. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Ara í Haraldstovu Petersen, sum undan hesum kappingarárinum skifti til ÍBV í Íslandi.
Leygardagin 6. juni klokkan 16:00 spælir føroyska manslandsliðið fyrra av tveimum dystum í Baltic Cup 2026, tá Estland tekur ímóti á Ranna Stadion í Pärnu. Baltic Cup er ein fýralandakapping millum Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, og í ár eru Føroyar bjóðaðar við.
Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur og síðani eru finalan og dysturin um 3. plássið á skránni. Í hálvfinalunum møtast Estland og Føroyar, og Lettland og Litava. Finalan og dysturin um 3. plássið verða týsdagin 9. juni. Dystirnir í Baltic Cup eru altjóða skrásettir A-landsdystir, og telja tískil við í roknskapinum tá styrkislistin hjá FIFA verður dagførdur.
Eydna fyri Jensu
Tað er nógvar broytingar í hópinum hjá kvinnulandsliðnum. Fyrst góvu Julia Naomi Mortensen, Rúna Jacobsen, Sara Samson Shaki og Ásla Johannesen avboð. Nú hevur Jensa Tórolvsdóttir eisini givið avboð.
Í hennara stað er komin 18 ára gamla Eydna Olsen Dalheim. Tær eru liðfelagar í Víkingi. Ungi víkingaleikarin er við A-landsliðnum fyri fyrstu ferð, men hon er ein royndur spælari. Eydna hevur spælt yvir 40 dystir á føroysku u-landsliðunum.
Dysturin ímóti Georgia verður spældur á David Petriashvili leikvøllinum í Tbilisi Georgia fríggjadagin 5. juni klokkan 14:30.
Hópurin hjá manslandsliðnum:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn
Ari í Haraldstovu Petersen, ÍBV (Ísland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Hópurin hjá kvinnulandsliðnum:
Gunnvá Lützen,HB
Brá Zakariasardóttir, HB
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sólja Ernstsdóttir, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Natalia Dansdóttir Olsen, Víkingur
Eydna Dalheim Olsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Anna Caroline Brændstrup , Gil Vicente (POR)