Hava gjørt uppskot um heilsumiðstøð á Tvøroyri

Hava gjørt uppskot um heilsumiðstøð á Tvøroyri
Fimm kommunulæknaviðtalur og apotek skulu vera í heilsumiðstøðini
Sambært uppskotinum vera bæði kommunulæknaviðtalur og apotek í nýggju heilsumiðstøðini.
Mynd: Tvøroyrar kommuna  
 
02.06.2026 - 09:37

Eitt uppskot um heilsumiðstøð á Tvøroyri er gjørt.

Sambært uppskotinum, sum arkitektavirkið BRIM gjørdi, eru fimm kommunulæknaviðtalur og apotek.

Fundur var í kommunuskrivstovuni í Tvøroyri í gjár.

Har vóru kommunustýrislimir og borgarstjórar úr Tvøroyrar kommunu, Fámjins kommunu og Hvalbiar kommunu.

Eydis Hartmann Niclasen, landstýriskvinna í heilsumálum, aðalstjórin og starvsfólk í Heilsumálaráðnum vóru eisini á fundinum. 

 

Kunnaðu um ætlanina

Endamálið við fundinum var at kunna um og umrøða ætlanirnar at byggja ein tíðarhóskandi heilsudepil í Suðuroynni, sum er fyri kommunulæknarnar í Suðuroynni.

Eisini var tosað um møguleikan at hava aðrar heilsutænastur í sama bygningi, so sum apotekið.

Landsstýriskvinnan ætlar at kanna málið nærri, áðrenn endalig støða verður tikin.

Hon tók væl í móti uppskotinum, skrivar Tvøroyar kommuna.

Les meira her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860