Lívfiskastøð umhvørvisgóðkend

Lívfiskastøð umhvørvisgóðkend
Lívfiskastøðin hjá Bakkafrost Freshwater í Svínoy hevur fingið umhvørvisgóðkenning 
 
05.06.2026 - 09:35

Lívfiskastøðin hjá Bakkafrost Freshwater í Svínoy hevur fingið umhvørvisgóðkenning. 

Gamla rognkelsisstøðin er umbygd til lívfiskastøð.

Ætlanin er at ala lívfisk og framleiða rogn. 

Sambært umsóknini vera 2.500 smolt flutt frá lívfiskastøðini við Áir til lívfiskastøðina í Svínoy. 

Tvey ár seinni vera 1.000 fiskar, sum væntandi viga okkurt um 12 kilo í miðal, fluttir til búning í feskvatnskør. 

Tá kvennfiskarnir eru búnir, vera teir stroknir, og 10 milliónir ógitin rogn vera flutt til lívfiskastøðina við Áir.

Avgerðin um umhvørvisgóðkenningina kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. 

Freistin er 2. juli.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424