HM byrjaði við einum braki

HM byrjaði við einum braki
Trý reyð kort og tryggur sigur til vertslandið á Estadio Azteka og Suður Korea, sum kom aftur og vann ímóti Kekkia. Á sjálvum vøllinum byrjaði HM væl
Raúl Jiménez hevur júst skorað til 2-0 fyri Meksiko ímóti Suðurafrika, og sigurin tykist vísur
Mynd: Pawel Kopczynski/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.06.2026 - 10:12

HM byrjaði við einum braki í gjár. 

Vertstjóðin Meksiko vann 2-0 á Suðurafrika á gitna Estadio Azteka, har bæði Pelé og Diego Maradona lyftu HM steypið, men tað var kanska líka nógv dómarin, sum stjól yvirskriftirnar.

Hann gav ikki færri enn trý reyð kort. Tvey til Suðurafrika, og eitt til Meksiko, sum longu tá hevði tryggjað sær øll trý stigini við málum frá Julián Quiñones og Raúl Jiménez.

 

Suðurkorea væl frá byrjan

Í Guadalajara legði Kekkia seg á odda við einum skallara frá Ladislav Krejčí, men Suðurkorea vendi dystinum síðsta hálva tíman.

Fyrst javnaði Hwang In-beom. Framherjin gjørdi eina skotfintu, sum lumpaði bæði verju á málverja, og tíggju minuttir fyri leiklok skoraði Oh Hyeon-gyu sigursmálið fyri asiatarnar.

Meðan yvir 80.000 viðhaldsfólk vóru til setanardystin á Azteka, vóru nógvir tómir stólar at síggja á Estadio Akron, sum tekur 46.000 fólk. Nógv hevur verið funnist at dýra atgongumerkjunum til hetta endaspælið.

 


Bæði verja á málverji hoppa upp á skotfintuna, og so er lætt hjá Hwang In-beom at javna fyri Suðurkorea í Guadalajara. (Mynd: Daniel Becerril/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Kanada í gongd

Ein dystur verður í dag, og hann er í norðara endanum av kontinetinum. Í Toronto skal vertstjóðin Kanada royna seg ímóti Bosnia Hersegovina. 

Stórur spenningur verður eisini í nátt, tá triðja vertstjóðin USA spælir sín fyrsta dyst ímóti Paraguay í SoFi Stadium í Los Angeles, nærum 32 ár eftir, at vertsstjóðin spældi ímóti Sveis til HM í 1994. Tann dysturin endaði við 1-1 javnleiki.

HOYR EISINI: Tá fótbólturin kom til USA

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576