Málið um møguligt valsvik í Oyndarfirði fyri Landsrættin í morgin

Málið um møguligt valsvik í Oyndarfirði fyri Landsrættin í morgin
Føroya rættur fríkendi ákærda persónin, men ákæruvaldið skeyt dómin inn fyri landsrættin
Landsrætturin er komin til Føroya, og í morgin fer hann at viðgera málið um møguligt valsvik í Oyndarfirði
 
16.06.2026 - 17:30

Í morgin fer Landsrætturin at viðgera málið um møguligt valsvik í Oyndarfirði.

Málið snýr seg um ein atkvøðuseðil í Oyndarfirði á kommunuvalinum 12. novembur 2024. Valkvøldið var atkvøðuseðilin góðkendur og taldur við sum galdandi. Men tá fínteljing fór fram í Runavík, varð seðilin ógildaður, tí hann hevði tveir krossar, og kom tí ikki at telja við í endaliga úrslitinum.

At atkvøðuseðilin bleiv ógildaður, hevði við sær, at tað stóð á jøvnum millum tvey valevni, og tí mátti lutakast vera. Úrslitið bleiv, at ein annar bleiv valdur, og samansetingin av Runavíkar býráði bleiv øðrvísi, enn um atkvøðuseðilin varð taldur við.

 


Ákæruvaldið hevur kært málið til Landsrættin.

 

Politiið reisir ákæru

Í novembur boðaði politiið frá, at ákæra var reist móti einum persóni fyri at reingja valúrslitið í Oyndarfirði. Føroya rættur gjørdi úrskurð 27. februar í ár, og viðkomandi varð fríkendur.

Ákæruvaldið kærdi málið til Landsrættin, og tað kemur so fyri í morgin.

Tað var annars um reppið, at tann eini atkvøðuseðilin hevði nógv størri og meiri umfatandi avleiðingar. Eftir at løgreglan hevði boðað frá, at ákæra varð reist í málinum, kunngjørdi Bjarni Kárason Petersen, sum tá var landsstýrismaður við m.ø. kommunumálum, at umval skuldi vera í allari Runavíkar kommunu.

 


Fýra av teimum fimm býráðslimunum í Runavíkar kommunu, sum stevndu Fíggjarmálaráðnum við kravi um at steðga ætlaða umvalinum. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Býráðslimir stevndu Fíggjarmálaráðnum

Men tað góðtóku fimm býráðslimir í Runavíkar býráði ikki. Tey stevndu Fíggjarmálaráðnum - sum tá umsat málsøkið - við kravi um, at umvalið skuldi steðgast. Og tey fingu viðhald í Føroya rætti. Fíggjarmálaráðið søkti um at fáa málið í Landsrættin, men tað bleiv ikki játtað, og umvalið bleiv av ongum.

Málið, sum kemur fyri í Landsrættinum í morgin, snýr seg sum sagt um valsvik.

Ákæruvaldið hevur víst til grein 116 í revsilógini, sum m.a. sigur, at "Tann, sum forðar ella roynir at forða fyri, at val verður hildið til Løgtingið, Fólkatingið, kommunustýri ella til kommunal, ella onnur almenn ráð ella myndugleikar, ella sum reingir valúrslit, ella sum ger tað ómøguligt at gera úrslitið upp, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár."

 

Eingi vitni avhoyrd

Hetta er fyrsta mál um valsvik í Føroyum. Kringvarpið skilur, at eingi vitni verða avhoyrd í morgin.

Í Føroya rætti kravdi ákæruvaldið ikki minni enn fýra mánaða fongsulsrevsing.

Verjin kravdi tá frídøming, ella at dómurin skuldi vera treytaður. Tann ákærdi varð sum sagt frídømdur í Føroya rætti, og í Landsrættinum krevur verjin, at dómurin í Føroya rætti verður staðfestur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680