Sannlíkt at finna á føroyska-bretska markinum

Sannlíkt at finna á føroyska-bretska markinum
Hampuliga góð sannlíkindi eru fyri, at tað liggja fleiri hundrað milliónir tunnur av olju á føroyska-bretska markinum og beint okkaru megin markið
Oljuboring.
Mynd: Savn  
 
20.06.2026 - 12:36

Hampuliga góð sannlíkindi eru fyri, at tað liggja fleiri hundrað milliónir tunnur av olju á føroyska-bretska markinum og beint okkaru megin markið og bara bíða eftir, at borurin verður settur í.

Tað var boðskapurin hjá føroysku jarðfrøðingunum á stórari ráðstevnu í Aberdeen.

Møguleikarnir at finna olju í Colsay-sandi, sum er upkallaður eftir óbygdu hetlendsku oynni Colsay, eru góðir. 

Á teimum  fýra leitimiðunum, sum føroysku jarðfrøðingarnir løgdu dent á í framløguni á EAGE-ráðstevnuni, verða sannlíkindini fyri at finna olju mett at vera umleið 20 prosent. 

 


Óluva R. Eidesgaard er jarðfrøðingur á Jarðfeingi. (Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hóast tað kanska ikki ljóðar av nógvum, so er tað gott, tá vit tosa um oljuleiting undir basaltinum á djúpum vatni.

Og verður olja funnin har, so er talan um hampuliga stórar nøgdir.

Trý av miðunum liggja at kalla oman á hvørjum øðrum á sjálvum markinum og eru mett at rúma tilsamans 338 milliónir tunnur av olju, men tað fjórða liggur føroysku megin markið, alt sum tað er, og er mett at rúma 300 milliónir tunnur. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1818608

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161