Samanhaldið merkist á grønlendska tjóðardegnum

Samanhaldið merkist á grønlendska tjóðardegnum
Spenta støðan millum Grønland og USA merkir, at samanhaldið millum grønlendska fólkið vísir seg serliga væl ein dag sum í dag, sigur formaðurin í Føroyingafelagnum í Nuuk
Jákup Emil Hansen saman við soninum
Mynd: privatmynd  
 
21.06.2026 - 15:30

Í dag er tjóðardagur Grønlands, og samanhaldið millum grønlendska fólkið merkist serliga væl ein dag sum í dag, nú spenta støðan millum Grønland og USA hevur fylt so mikið nógv seinasta árið.

Tað sigur Jákup Emil Hansen,  formaður í Føroyingafelagnum í Nuuk.

Hann er giftur til Grønlands, hevur búð í Nuuk í tíggju ár.

Sambært honum merkist spenta støðan millum Grønland og USA serliga væl á tjóðardegnum. 

 

Samanhaldið vísir seg

Tað var í fjør, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í fleiri umførum úttalaði seg alment um at vilja eiga Grønland.

Í januar í ár svaraði grønlendska fólkið aftur við eini stórari mótmælisgongu í Nuuk, og tað er eftir hesa, at mann í Grønlandi serliga hevur upplivað størri samanhald millum grønlendska fólkið, sigur Jákup Emil Hansen. 

- Fólk eru meira tilvitað um at hava sítt egna flagg, so fólk flagga meira enn fyrr.

Í síni heild er tjóðardagurin ein stórur dagur, men keðiliga veðrið í ár setur ein øðrvísi dám á dagin.

 

Dagurin byrjar tíðliga

Longu klokkan hálvgum átta á morni byrjar dagurin við skrúðgongu, og tá er Føroyingafelagið í Nuuk eisini við. 

Røður verða hildnar, og so er sangur og tónleikur eisini á skránni. Men nakað heilt serligt er kópakappingin.

Eftir skrúgonguna skjýtur Arktisk Kommando nøkur kanónsløg, og á síðsta slagnum fara eini fimti jollur klárar at vera við í eini kapping um at skjóta kóp.

 

Kann illa samanberast við ólavsøkuna

Grønlendski tjóðardagurin stavar frá 1986, og er tí ein nýggjari siðvenja enn ólavsøkan, sigur Jákup Emil Hansen. 

Sum vit kenna tað her heima koma føroyingar úr øllum ættum til Havnar at halda ólavsøku.

Soleiðis er ikki í Grønlandi. Landið er so mikið stórt, at tað ikki er gjørligt at ferðast millum býir á sama hátt.

Tí heldur hvør býur tjóðardagin á sín egna hátt. Tó er tað vanligt, at mann eisini í Grønlandi fer í tjóðbúnan á degnum.

 

Hoyr innslagið um grønlendska tjóðardagin niðanfyri:

 

1818728

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815