Aftur reyð roknskapartøl hjá Globe Tracker

Aftur reyð roknskapartøl hjá Globe Tracker
Nýggjasti roknskapurin hjá felagnum Globe Tracker fer eisini at vísa stórt undirskot, váttar nevndarformaðurin, sum harmast um at LÍV-samtakið nú fer burturúr felagnum
Reiðaríið Framherji er nú einsamælt um at halda lív í Globe Tracker, eftir at LíV-samtakið fór burturúr við risa stórum tapi
 
27.06.2026 - 13:58

Felagið Globe Tracker kemur út við einum stórum undirskoti, aftur hesaferð.

Tað váttar Hjalti Hvítklett, nevndarformaður.

Høvuðsfelagið er skrásett í Danmark, og roknskapurin í tí felagnum fyri kalendaraárið 2025 verður almennur um fáar dagar. 

Áðrenn tað er gjørt vil Hjalti Hvítklett ikki seta tal á undirskotið - ikki annað enn at tað hevur verið eitt møðsamt ár, sum hevur kostað nógvar pengar, og tí er roknskapurin ikki penur.

Eisini er greitt, at Globe Tracker skal hava fleiri pengar frá sínum partaeigarum fyri at halda fram við virkseminum. 

Partaeigararnir hava síðsta hálvtannað árið verið tveir - reiðaríið Framherji og LÍV-samtakið. 

-Vit harmast sjálvandi um, at LÍV nú fer burturúr, sigur Hjalti Hvítklett, sum í sama viðfangi vísir á, at felagið enn hevur eitt gott samstarv við hin eigaran, reiðaríið Framherja.

Tað var í gjár, at LÍV-samtakið boðaði frá, at felagið tekur seg úr fyritøkuni Globe Tracker. Í tí sambandi kom eisini fram, at íløgan í Globe Tracker hevur kostað LÍV-samtakinum 174 milliónir krónur, sum mest sannlíkt allar eru mistar. Eisini er stjórin í LÍV, Jan Jakobsen, koyrdur frá.

Globe Tracker mennir og framleiðir útgerð til sporing, eftirlit og stýring av bingjum.

Sambært Hjalta Hvítklett, nevndarformanni hevur felagið stríðst við at rætta tøkniligar feilir í útgerðini. Talan er um útgerð í tíggju'túsunda'tals bingjum, sum ikki hevur riggað sum hon skal.

-Tøkniligu avbjóðingarnar eru nú loystar, og vit hyggja nú frameftir, sigur Hjalti Hvítklett, sum tó leggur afturat, at tað er eitt risa stórt og dýrt arbeiði at rætta tøkniligu brekini í hvørjari einastu bingju. 

Og tað er hetta, sum fer at síggjast aftur í roknskapinum fyri 2025, og sum ger tað neyðugt hjá eigarunum at seta enn fleiri pengar í.

Tað vil LÍV-samtakið sum nevnt ikki. Og tí er í løtuni bara reiðaríið Framherji, sum heldur lív í Globe Tracker.

Nýggjasti roknskapurin, sum er fyri 2024, vísti góðar 73 milliónir krónur í halli. Roknskapurin fyri 2025 er sum nevnt á gáttini. 

-Okkara mál er sjálvandi at venda gongdini, so felagið fer at kasta pengar av sær, sigur Hjalti Hvítklett, nevndarformaður.

Fyri LÍV-samtakið er Globe Tracker tó eitt dýrt - og farið - kapitul. Mánadagin fáa eigararnir í LÍV, tað eru Ognarfelagið LÍV og p/f Fakfelag, eina kunning um støðuna.

Ognarfelagið LÍV er eitt felag, sum allir tryggingartakarar í LÍV eiga. p/f Fakfelag er eitt felag, sum 21 fakfeløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum eiga. Hesi bæði feløg eiga hvør sína helvt av LÍV-samtakinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961