Belgia varpaði USA og Balogun út

Belgia varpaði USA og Balogun út
Folarin Balogun, sum byrjaði inni fyri USA eftir strikað leikbann, munaði lítið, tá Belgia varpaði vertstjóðina út úr heimsmeistarakappingini við stórsigri í Seattle
Belgia skorar til 3-1 ímóti og varpar USA út úr heimsmeistarakappingini
Mynd: Blake Dahlin/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.07.2026 - 10:19

Folarin Balogun byrjaði inni fyri USA í áttandapartsfinaluni í gjár, men munaði lítið, tá Belgia varpaði vertstjóðina út úr heimsmeistarakappingini við stórsigri í Seattle.

Fifa hevði strikað leikbannið hjá framherjanum, sum varð útvístur ímóti Bosnia Hersegovina í undanfarna umfarinum, eftir at amerikanski forsetin Donald Trump hevði tosað við Fifa-forsetan Gianni Infantino.

LES EISINI: USA-stjørna sleppur á vøllin eftir óvanliga Fifa-avgerð

Altjóða fótbóltssamgongan avsannar, at hetta var orsøkin til, at leikbannið varð strikað, men hevur fingið hvassar atfinningar frá millum annað Uefa fyri at seta trúvirði hjá kappingini í vanda.

 


Folarin Balogun fekk leikbann sítt strikað av Fifa, men hann munaði lítið ímóti Belgia, sum vann stórsigur. (Mynd: Kevin Ng/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Belgia omaná

Belgiska fótbóltssambandið hótti eisini við at kæra, um Balogun spældi dystin, men á vøllinum vóru menninir hjá Rudi Garcia, sum hevði sett Kevin De Bruyne og Jeremy Doku á beinkin, topptendraðir frá byrjan.

Charles De Ketelaere legði Belgia framum longu í 9. minutti, og hóast Malik Tillman javnaði, vóru evropeararnir skjótt á odda aftur. Hans Vanaken økti til 3-1, tá ein lítil tími var spældur, og í yvirtíðini setti innskifti puntum Romelu Lukaku.

 

 

Belgisku spælararnir dansaðu sum Trump við hornaflaggið, og belgiska fótbóltssambandið skrivaði "Overturn this" á sosiala miðlinum X. Dysturin er spældur, men seinasta orðið um Balogun-málið er neyvan sagt.

 

Ronaldo takkaði fyri seg í tapi fyri Spania

Um dysturin ímillum USA og Belgia í stóran mun snúði seg um ein spælara, varð tað sama partvís galdandi, tá Portugal og Cristiano Ronaldo fóru á vøllin ímóti Spania í Texas.

Undan dystinum hevði legendariski framherjin boðað frá, at hendan heimsmeistarakappingin varð hansara seinasta, og eftir ein lakan dyst, sum innskifti Mikel Merino avgjørdi í yvirtíðini, fór Ronaldo av størsta pallinum fyri seinastu ferð við tárum í eygunum.

 . Eg havi givið alt. Eg havi vunnið tríggjar kappingar við Portugal. EM í 2016 er á sama stigið sum HM, segði Ronaldo, sum skoraði 11 mál upp á 27 dystir í HM-endaspølunum í 2006, 2010, 2014, 2018, 2022 og 2026.

 


Cristiano Ronaldo takkaði fyri seg í HM-høpi við táravættum eygum, eftir at Spania hevði vunnið 1-0 í áttandapartsfinaluni í gjárkvøldi. (Mynd: Jerome Miron/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Messi ímóti Salah

Seinastu áttandapartsfinalurnar verða spældar í dag. Lionel Messi og Argentina skulu royna at spæla seg framvið Egyptalandi og Mohamed Salah í seinnapartsdystinum í Atlanta.

Bæði londini spældu 120 minuttir í sekstandapartsfinalunum ímóti ávíkavist Grønhøvdaoyggjum og Avstralia, og talan kann skjótt gerast um enn ein harðan og drúgvan dyst. 

Í kvøld spæla Sveis og Kolumbia í Vancouver. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715