Leikbann strikað: USA-stjørna sleppur á vøllin eftir óvanliga Fifa-avgerð

Leikbann strikað: USA-stjørna sleppur á vøllin eftir óvanliga Fifa-avgerð
Fifa hevur strikað leikbannið hjá USA-stjørnuni Folarin Balogun, sum fekk reytt kort ímóti Bosnia Hersegovina, eftir at amerikanskir myndugleikar hava blandað seg uppí
Folarin Balogun
Mynd: Phil Noble/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.07.2026 - 08:40

Fifa hevur strikað leikbannið hjá USA-framherjanum Folarin Balogun, sum tískil kann spæla í áttandapartsfinaluni ímóti Belgia týsnáttina.

Balogun fekk beinleiðis reytt kort í seinasta umfari, tá vertstjóðin vann 2-0 á Bosnia Hersegovina. Tað merkir vanliga automatiskt leikbann í minst ein dyst, men soleiðis verður eftir øllum at døma ikki í hesum førum.

Í gjár skrivaði The Athletic, at leikbannið hjá framherjanum er strikað sambært grein 27 í Fifa-reglugerðini.

Bert eina ferð fyrr er eitt leikbann strikað undir einum HM-endaspæli. Tað var í 1962, tá Garrincha, sum varð útvístur í hálvfinaluni ímóti Kili, kortini slapp at spæla í finaluni ímóti táverandi Kekkoslovakia.

Tá var reglan um automatiskt leikbann ikki í gildi.

 


Donald Trump og Giannni Infantino til HM-lutakastið í Washington D.C. í desember. (Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Trump ringdi til Infantino

Sambært AP, New York Times og The Athletic kemur avgerðin hjá Fifa, eftir at amerikanski forsetin Donald Trump hevur tosað við Fifa-forsetan Gianni Infantino um leikbannið einaferð í síðstu viku.

Harumframt bað amerikanski uttanríkisráðharrin Marco Rubio um kærumøguleikar á tíðindafundi hósdagin, og løgfrøðingar hjá stjórnini eisini hava arbeitt við málinum.

Donald Trump takkaði Fifa fyri avgerðina á egna miðli sínum, Truth Social: - Eg takki Fifa fyri at hava tikið røttu avgerðina og steðga hesum órættvísi, skrivaði forsetin. 

Í desember gav Fifa Donald Trump sonevnda friðarprísin, sum fótbóltssamgongan læt fyri fyrstu ferð.

Meðan amerikanski landsliðshópurin fegnast um avgerðina hjá Fifa, finst belgiska fótbóltssambandið hvassliga at altjóða fótbóltssamgonguni, sum sambært RBFA ger beinleiðis ímóti egnari reglugerð.

 

 


Skrivið, sum belgiska fótbóltssambandið sendi út, eftir at avgerðin hjá Fifa varð almenn sunnudagin.
 

 - Eg visti ikki, at 5. juli var tað sama sum 1. apríl til heimsmeistarakappingina. Tað er 1. apríl, segði belgiski venjarin Rudi Garcia á tíðindafundi í gjár.

Eisini hevur norski venjarin, Ståle Solbakken, funnist at avgerðini hjá altjóða fótbóltssamgonguni.

 - Hetta er eitt stórt mistak frá Fifa. Eg haldi ikki, avgerðin er røtt. Hann fekk reytt kort, og VAR gav honum reytt kort. Hann varð útvístur. Tað merkir, at tú hevur leikbann í ein dyst. Hvat við næsta reyða kortinum. Hvat hendir so? Verður tað ein ella onnur nevnd, sum skal strika tað kortið, segði norski landsliðsvenjarin.

Dysturin millum Belgia og USA verður týsnáttina klokkan eitt á Lumen Field í Seattle. Sum støðan er í løtuni, verður Folarin Balogun á dómaraseðlinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521