Leggur frá sær sum parlamentslimur - men stillar uppaftur

Leggur frá sær sum parlamentslimur - men stillar uppaftur
Nigel Farage, formaður i Reform-UK, leggur frá sær, men vil hava bretar at velja seg aftur á einum eykavali
Nigel Farage hevur gjørt av at leggja frá sær sum parlamentslimur, men hann stillar uppaftur á eykavalinum, sum verður beinanvegin.
Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix  
 
07.07.2026 - 16:00

Formaðurin í bretska flokkinum, Reform-UK, Nigel Farage, leggur frá sær sum limur í bretska parlamentinum. 

Hann stillar kortini upp til eykaval, og biður bretar um at velja seg aftur.

Tvey mál um peningastuðul til flokkin hava riðið honum sum marran.

Fyri stuttum kom fram, at hann ikki hevur upplýst skattavaldið um peningastuðul, sum hann hevur fingið frá einum sameindum, sum er dømdur fyri svik í USA. 

Tað skrivar BBC.

Málið hevur fingið hinar flokkarnar at biðja um, at bretska parlamentið skal kanna málið.

 

Fingið 43 milliónir í gávu

Ein onnur kanning av Nigel Farage hevur longu verið í gongd í parlamentinum síðani mai, eftir at Farage ikki upplýsti, at hann í 2024 fekk í gávu, tað sum svarar til 43 milliónir danskar krónur frá tøkniíleggjaranum og kryptomillióninginum, Christopher Harborne.

Hetta var stutt fyri, at Farage boðaði frá, at hann stillaði upp til parlamentsvalið í 2024.

Sjálvur heldur Farage seg ikki hava gjørt nakað galið. Tað segði hann í sjónbandaðari talu til veljarar sínar í dag:

- Eg leggi frá mær sum parlamentslimur fyri Clacton-on-sea, og tí er neyðugt við eykavali, sum verður beinanvegin. Borgarar í Clacton skulu døma meg fyri mínar gerðir, og tí verður hetta eykavalið eitt val, har fólkið er oman fyri skipanina. Her er møguleikin at geva tí almenna fingurin eitt stað, har sólin ikki sær. Tí stilli eg upp til eykavalið. Eg geri alt fyri at vinna, og geri alt fyri at halda á við politisku kollveltingini, sum Reform-UK hevur byrjað, segði Nigel Farage m.a. í røðuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425