
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Fronsku framherjarnir við Kylian Mbappé á odda hava talst millum stóru HM-upplivingarnar, men teir máttu takka fyri seg eftir framúr spanskt liðavrik, sum køvdi fronsku stjørnurnar.
Dani Olmo, Fabian Ruiz og framúrskarandi Rodri høvdu tamarhald á miðvøllinum, og so eydnaðist sjáldan hjá fraklendingum at finna vandamiklu menninar í røttu støðunum.
Evropameistararnir løgdu seg framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Lucas Digne í blindum skuldi sparka bóltin burtur úr franska brotsteiginum; tað einasta hann rakti var Lamine Yamal, og so var brotsspark.
Tað tók stilli skarprættarin Mikel Oyarzabal sær av, og so tók Spania kvørkratak, sum Frakland ongantíð veruliga fekk bart seg burturúr.
Sum tarvadystur
Tað hjálpti ikki, at Adrien Rabiot fekk gult kort mestsum beinanvegin og mátti lata seg skifta út í steðginum. Heldur ikki skaði til William Saliba gjørdi fronsku uppgávuna lættari, men spanska yvirtakið var somikið stórt, at teir neyvan høvdu munað.
Tað líktiskt mest tarvadysti. Spaniólar spældu bóltin hegnisliga ímillum sín, og alt meira ørkymlaðu fraklendingarnir fingu sjáldan fótin ímillum. Tá ein lítil tími var spældur, var tarvurin bæði østur og pøstur, og tá kom banastingurin.
Pedro Porro spældi eitt-tvey við Dani Olmo á brotsteigarmerkinum, og høgri bakkurin sendi bóltin í netið framvið Mike Maignan inn við nærru stong, tá hann var púra leysur við franska málverjanum.
Fekk ikki triðju finaluna í rað
Franski venjarin, Didier Deschamps, sum takkar fyri seg eftir HM-endaspælið, royndi seg við bæði Désiré Doué og Rayan Cherki, men lítið nyttaði. Tí má HM-vinnandi liðskiparin í 1998 og HM-vinnandi venjarin í 2018 taka til takkar við bronsudysti hesa ferð.
Kylian Mbappé hevur verið HM-spælari burturav, men hann fekk ikki tríggjar finalur á rað á hesum sinni. Hinvegin fáa spaniólar kjansin at vinna heimsmeistaraheitið afturat evropameistaraheitinum.
Um tað verður ímóti Argentina ella Englandi verður avgjørt í annaðkvøld, men eftir framsýningina í hálvfinaluni, man fáur fara at vedda ímóti spaniólum.