Oljuprísurin hækkar støðugt

Oljuprísurin hækkar støðugt
Norðsjóvaroljan kostar nú slakar 85 dollarar fyri tunnuna. USA ætlar at steingja iranskar havnir í kvøld
Oljuprísurin er tann hægsti í fýra vikur.
 
14.07.2026 - 07:49

Oljuprísurin hevur ikki verið so høgur í fýra vikur,  eftir at USA aftur er farið at leypa Iran og ávarar um at stongja iranskar havnir.

Prísurin á norðsjóvarolju hækkaði í nátt 1,68 dollarar, upp í 84,98 dollarar tunnuna. Vøksturin er tvey prosent.

Amerikanska lættoljan hækkaði 2,1 prosent, ella 1,65 dollarar, og kostar nú 79,79 dollarar tunnuna.

Hetta er tað mesta, síðani londini bæði 17. juni skrivaðu undir ætlanarskriv, sum skuldi leggja grundarlagið undir at enda kríggið.

 


Donald Trump, forseti, sigur, at Hormuzsundið er opið fyri øllum, uttan iranskum skipum og teimum, sum hava handilssamband við Iran. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 

 

Steingja iranskar havnir í kvøld

Amerikanski stongsilin móti iranskum havnum og iransku strondini verður settur í gildi í kvøld klokkan níggju okkara tíð, upplýsir Joint Maritime Information Center, sum amerikanska sjóverjan stendur á odda fyri.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í gjár, at USA "nú verður kent sum tann, ið ansar eftir Hormuzsundinum".

Hann skrivaði á egna miðli sínum, at Hormuzsundið er opið, og verður nú opið fyri øllum - uttan iranskum skipum og teimum, sum hava handilssamband við Iran.

Iran hevur hinvegin sagt, at landið fer ikki at loyva USA at leggja seg út í umsitingina av sundinum.

- Landið fer at standa ímóti øllum amerikonskum royndum at skipa ferðsluna uttanum iranska herinum, stendur í fráboðan frá iransku verjuleiðsluni Khatam al-Anbiya.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891