Fegnast um, at byggingin av kirkju á Argjum kann fara í gongd

Fegnast um, at byggingin av kirkju á Argjum kann fara í gongd
Formaðurin í Kirkjuráðnum á Argjum fegnast um, at landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til, at byggingin av nýggjari kirkju á Argjum kann byrja. Men tað kann knípa við tíðini
 
25.07.2026 - 12:42

- Tað eru vit sera, sera fegin um, og vit takka landsstýrismanninum fyri loyvið, sum vit hava fingið. 

Mikudagin gav Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, loyvi til, at kirkjuráðið á Argjum nú fer undir at byggja nýggja kirkju á Argjum. Hon hevur ávegis eina tíð, og hevur eisini verið viðgjørt í miðlunum.

Nú skulu so onkur smávegis men týdningarmikil viðurskifti fáast upp á pláss, soleiðis at byggiarbeiðið kann byrja.

- Hetta hevur verið ein drúgv ferð. Tað eru 22 ár síðan fólk byrjaðu at tosa um hetta málið. Tað er ein gleðisdagur úti á Argjum,

Loyvið frá landsstýrismanninum hevur tó nakrar treytir. Í loyvinum stendur, at tað er "treytað av, at kirkjuráðið støðugt ger tað sum tað kann, til tess at lánini verða goldin aftur sum skjótast, herundir, at kirkjuráðið biður um, at staðbundin kirkjuskattur áhaldandi verður goldin í kirkjusóknini við hesum fyri eyga, til lánini eru goldin aftur."

Fróði Ólason Olsen sigur, at í løtuni gjalda kirkjufólk á Argjum eyka í staðbundnum kirkjuskatti, sum tað eitur, og at tað fara tey framhaldandi at gera, líka til teirra partur er goldin.

Hann vildi annars ynskt, at komið var í gongd við arbeiðið at smíða nýggja kirkju, tí at Argir fylla 200 ár í mai 2028. Tað hevði verið gott, um nýggja kirkjan var liðug tá, men nú fer kanska at knípa.

Hoyr innslag úr útvarpstíðindunum.

1824047


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985