Bilur koyrdi inn í mannamúgvu til Pride

Bilur koyrdi inn í mannamúgvu til Pride
Í gjárkvøldið koyrdi ein bilur inn í eina mannamúgvu á Pride-hátíðarhaldinum í Berlin
Mynd: Christian Mang/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.07.2026 - 09:54

Ein kvinna lat lív og sekstan fingu løstir, tá ein bilur í gjárkvøldið koyrdi inn í eina mannamúgvu á Pride- hátíðarhaldinum í týska høvuðsstaðnum, Berlin.

Tað skrivar bretska kringvarpið. 

Løgreglan hevur eyðmerkt ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava koyrt hvíta vørubilin, sum seinni varð funnin í einari park, har hann hevði rent á eitt træ. Førarin var rýmdur til gongu.

Løgreglan sigur, at maðurin, sum ikki er handtikin enn, hevur samband við islamistiskar bólkar, skrivar BBC.

Borgarstjórni í Berlin, Kai Wegner, kallar hendingina eitt álop á fría og tollynta samfelagið í býnum.

- Eg kann bert siga, at Berlin er ein býur, sum er merktur av frælsi og margfeldi, og fer at standa enn sterkari. Vit fara ikki at lata nakran taka frá okkum okkara livihátt og okkara máta at liva saman.

- Vit mugu bíða eftir, hvat kanningarnar vísa, og hvat var atvoldin til hesa brotsgerð, segði borgarstjórin í Berlin, Kai Wegner.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938