Bordeaux í vanda

Bordeaux í vanda
Roykurin frá skógareldunum ger, at umhugsað verður at flyta fólk úr býnum Bordeaux
Tamarhald er ikki á skógareldunum í Fraklandi
Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.07.2026 - 09:29

Myndugleikarnir umhugsa nú at flyta fólk úr franska stórbýnum Bordeaux, tí skógareldarnir nærkast og tamarhald er ikki á støðuni, skrivar Danmarks Radio.

Skógareldarnir nærkast støðugt býnum og eru nú bara fimtan kilometrar burtur. Ein breiður ringvegur virkar sum eitt slag av verju móti eldinum, men tað er serliga roykurin sum ger støðuna í býnum vandamikla.

Frammanundan eru 200.000 fólk flutt burtur orsaka av eldinum, og tað er tað mesta nakrantíð í friðartíð. 

Í byarkjarnanum í Bordeaux búgva 300.000 fólk, men verða øll tald við, er talan um eina millión fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846