Føroyar sleppa

Føroyar sleppa
Í Noregi undrast tey á, at kappingarneytarnir Føroyar og Ísland sleppa undan tollinum, sum Trump hevur lagt á fisk úr Noregi, millum annað alilaks
Trump og tollur.
 
27.07.2026 - 07:40

Í Noregi undrast tey á, at kappingarneytarnir Føroyar og Ísland sleppa undan tollinum, sum Trump hevur lagt á fisk úr Noregi, millum annað alilaks.

Tollurin er nú 12,5 prosent. Hann var 10 prosent.

ES, Bretland og Kanada hava framvegis 10 prosent.

Felagsskapurin Sjømat Norge undrast á, at Føroyar og Ísland ongan eykatoll fáa, skrivar Fiskeribladet.

Trump sigur, at Noregur brúkar tvingsilsarbeiði. Tí hækkar tollurin.

Sjømat Norge sigur, at Føroyar og Ísland eru ikki við í kanningini hjá Trump um tvingsilsarbeiði.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053