Minnast hvalir

Minnast hvalir
Felagsskapurin hjá Paul Watson ætlar at hava minningarhald um hvalir, sum íslendsku hvalabátarnir hava skotið í summar
Bandero finnur ikki hvalabátarnar.
 
27.07.2026 - 07:25


Felagsskapurin hjá Paul Watson ætlar at hava minningarhald um hvalir, sum íslendsku hvalabátarnir hava skotið í summar.

Minningarhaldið verður í Faxavíkini, har millum annað Reykjavík er.

Felagsskapurin biður íslendingar um at vera við í minningarhaldinum, sum, sambært felagsskapinum, verður friðarligt.

Skipið hjá Paul Watson, Bandero, er komið aftur í íslendskan sjógv.

Men tað hevur ikki funnið íslendska hvalabátarnar.

Paul Watson hevur lovað tí, sum kann siga teimum, hvar hvalabátarnir eru, 250.000 íslendskar krónur.

Tað er 13.000 krónur í okkara pengum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985