Lítil undirtøka fyri fleiri fiskidøgum

Lítil undirtøka fyri fleiri fiskidøgum
Kringvarpið skilir, at eingin í Fiskivinnuráðnum tekur yvirskipað undir við uppskotinum
Uppskotið um fleiri fiskidagar er á veg í løgtingið.
 
28.07.2026 - 09:17

Ikki er stór undirtøka í vinnuni fyri uppskotinum hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni, um at geva bátunum í bólki 5B 750 fiskidagar aftrat.

Kringvarpið skilir, at eingin í Fiskivinnuráðnum tekur yvirskipað undir við uppskotinum.

Men grundgevingarnar hjá limunum eru ymiskar.

Í Fiskivinnuráðnum eru Ráfiskaseljarafelagið, Ráfiskakeyparafelagið, Reiðarafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið, Fiskimannafelagið, Meginfelag útróðrarmanna og feløgini hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjum.

Jóanna Djurhuus, deildarleiðari í Vinnumálaráðnum, er forkvinna.

Lógin um Fiskivinnuráðið sigur, at øll týðandi fiskivinnumál og øll uppskot um lógir og kunngerðir skulu leggjast fyri Fiskivinnuráðið til ummælis. 

Freistin at ummæla uppskotið um fleiri fiskidagar var til 25. juli.

Innlit fæst ikki í hoyringarskrivini, tí talan er um lóggávumál, sum ikki er lagt fram í tinginum, sigur Uttanríkis- og Fiskimálaráðið og vísir til innlitslógina.

Í gjár vóru 48 fiskidagar eftir í bólki 5B.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541