Taks og Kærustovnurin ósamd um tolllógina

Taks og Kærustovnurin ósamd um tolllógina
Tolllógin sigur ikki, at treyt fyri tollfrítøku er, at sama fólk flytur eina vøru út og síðani flytur hana aftur til Føroya, sigur Kærustovnurin
 
05.08.2026 - 09:14

Tolllógin sigur ikki, at treyt fyri tollfrítøku er, at sama fólk flytur eina vøru út og síðani flytur hana aftur til Føroya.

Tað sigur Kærustovnurin, sum tulkar tolllógina øðrvisi enn Taks.

Talan er um eina motorsúkklu.

Hon var innflutt til Føroya.

Hon fór síðani av aftur landinum.

Annar innflytari

Men so keypti ein annar enn tann, sum fyrru ferð keypti hana, motorsúkkluna aftur til Føroya.

Og Taks kravdi toll.  

Taks segði, at ásetingin í tolllógini um tollfrían innflutning, er ikki galdandi, tá vøran er blivin seld av landinum fyri síðani at blíva innflutt aftur av einum øðrum enn tí, sum innflutti hana fyrru ferð.

Innflytarin kærdi og fekk viðhald frá Kærustovninum.

Tollur skal bara rindast eina ferð, sama hvør innflytarin er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025