Arbeiðsgevarar: Høvdu ikki havt opið uttan útlendingar

Arbeiðsgevarar: Høvdu ikki havt opið uttan útlendingar
Hóast tað hava verið fleiri viðmerkingar um enskt-talandi starvsfólk á arbeiðsplássum, so vísir tað, hvussu stórt trýst er á tænastuvinnuni, sum ofta tørva arbeiðsmegi
 
07.08.2026 - 13:51

Flestu fólk í Føroyum hava upplivað at fara í eina matstovu ella bensinstøð, har tað stendur eitt útlendskt arbeiðsfólk handan kassan, ið ikki tosar føroyskt. Hóast tað hava verið fleiri uppsløg og viðmerkingar á alnótini um enskt-talandi starvsfólk á slíkum arbeiðsplássum, bæði frá politikarum og privatpersónum, so vísir tað, hvussu stórum trýsti tænastavinnan er undir.

- Vissi vit ikki høvdu útlendingar, so høvdu vit ikki havt opið um summarið.

Soleiðis sigur Mimmy Vágsheyg, stjóri í Cafe Fríðu í Klaksvík. Hon vísir á, at tað í longri tíð er vorið verrið at seta føroyingar at starvast á hásumri, tá festivalar og stevnur eru í hópatali. Tað eru nógv tiltøk at fara til um summarið og tað er tá, at útlendsk arbeiðsfólk traðka til og gera, at m.a. matstovur kunnu hava opið í tíðum, tá føroyingar dáma at halda frí. 

Hoyr innsalagið niðanfyri:

Arbeidsgevarar_i_taenastuvinnuni

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572